Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bátafestivalurin á Toftum 2008

(Hannefía Joensen)

Fyrsti bátafestivalurin fyri framman

Leygardagin 3. Mai verður árligi bátafestivalurin á Toftum, og samstundis er hetta startskotið til teir mongu festivalarnar av hesum slag, sum nú eru ein fastur partur av summarhugnanum í Føroyum.

Tað er bátafelagið á Toftum, sum á fjórða sinni setir Skálafjørðin og Toftir í andglettin, tá ið bátar úr øllum landinum fara at stevna inn í havnina í Oyrunum. Júst bátahavnin í Oyrunum hevur víst seg at vera sera vælegnað til slík tiltøk, tí har er bæði rúmsátt, og landstreymur og aðrir hentleikar eru tøkir hjá bátaeigarunum.

Festivalurin kemur at ganga fyri seg á bryggjuøkinum, har bátarnir, ið eru við í tí stóra fylginum, sum kemur í bátahavnina, eftir ein hugnaligan siglitúr uppá ca. tveir tímar, innan úr Skálafirði, verða bjóðaðir vælkomnir við góðum undirhaldi, so sum harmonikutónleiki og boði verður til feska suppu og annað gott.

Bátafelagið hevur somuleiðis, aftur í ár, ætlanir um at víðka tiltakið soleiðis, at útvega verður eitt pláss til at seta húsvognar á, og tí bjóðar bátafelagið hesum bólki av frítíðaríðkarum at verða vælkomnum til Toftir.

Fyri at gera tiltakið so áhugavert sum gjørligt verður eisini skipað fyri
alskyns tiltøkum á bryggjuøkinum bæði fyri børn og vaksin. Eisini verður
matur at fáa so sum teir tiltiknu Grillbúffarnir eins og pylsuvognurin verður opin, og breyð við góðum viðskera verður til keyps. Eisini er ætlanin at skipa fyri kórsangi í teltinum, við lokalum kreftum, higani úr bygdini.

Um kvøldi verður skipað fyri dansi í tjaldinum, har Countryorkestrið, sum vit kenna frá undanfarnu festivalum, fer at spæla. Bátafelagið á Toftum hevur í ár keypt sær eitt nýtt tjald, sum er 12 ferðir 30 metrar til støddar, og verður hetta tjald karmur um flest øll tiltøk á økinum, og ikki minst góða dansin, sum plagar at vera.

Toftir er gomul útróðrarbygd, og tað hava altíð verið nógvir bátaeigarar í
bygdini. Soleiðis er eisini í dag, og tí hava teir í bátafelagnum í umbúna, í samstarvi við Nes Kommunu, sum saman við øðrum góðum stuðlum, gerð tað møguligt hjá felagnum at fyriskipa bátafestivalin við tí fyri eyga, at útvega sær eini felagshøli, og er tað júst til hetta endamál, ið eitt møguligt yvirskot av bátafestivalinum skal nýtast til.

So tað eru ikki bert bátamanningarnar, ið eru vælkomnar. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga teir í Bátafelagnum á Toftum.

Harleyfacadeacryl