Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bátahugni í Klaksvík

Jóhann Lützen

Næsta vikuskiftið 7. til 9. Juli skipar Norðoya Bátafelag fyri stórfingnum bátahugna av ymsum slagi, við  bátabrúgvarnar í Klaksvík.

 

 

Eitt telt verður sett upp niðafyri FK, har bátafólkið sum við lokalum sangkreftum hava hugna við harmonikum og gittarum.

 

Fríggjakvøldið hugnar bátafólki sær í teltinum við sangi og harmoniku.

 

Leygardagurin byrjar við morgunmati

  • Regattasigling frá Syðradali til Klaksvíkar
  • Sangframførsla
  • Grill matur til øll
  • Felagssangur
  • Seinri á kvøldi so hugna vit okkum við harmonikum og gittara

 

Sunnumorgun enda vit við morgunmati

Øll eru hjartaliga vælkomin við at tekna seg við at ringja til forkvinnuna á telefon 221903.

Meir kann lesast á okkara síðu á Facebook, Norðoya Bátafelag.