Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Bátarnir vit hava frætt frá í dag hava fiska væl

Oliver Joensen

Brandur kom aftur eftir miðnátt í gjárkvøldið og hevði 10.500 pund, harav umleið helvtin var toskur. Líðhamar og Norðsøki vóru um somu leið norðanfyri í dag og høvdu um 15.000 pund hvør. Norðsøki segði at um helvtin var toskur ímeðan Líðhamar segði at av teim 15.000 pundunum vóru um 10.500 pund toskur.

Kallanes er á veg inn at landa nú seinnapartin, teir hava um 12.000 pund, harav 8.000 pund eru toskur. Kallanes hevur verið vestur og norður úr Barinum.