Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bátatreff í Klaksvík

Dávur Winther

Nýstovnaða Norðoya Bátafelag, sum skipar fyri bátastevnuni á hesum sinni, letur væl at uppmøtingini og fyrireikingunum, ið hava gingið væl.

 

Tey høvdu væntað eini 30 bátar, men í gjárkvøldið høvdu heili 60 bátar teknað seg.

Tey lata væl at, at samskiftið og samarbeiðið við kommununa, Klaksvíkar Havn og Norðoya Bjargingarfelag hevur gingið frálíka væl. Tað hevur ikki verið meir enn háltalað orð, so eru ymsu málini loyst. Eisini hava tey lánt stóra leiðingsskipan til el til bátarnar frá Summarfestivalinum.

Alt hevur gingið væl hond í hond, siga fyrireikararnir. Norðoya Bjargingarfelag hevur vaktahaldið um hendi, meðan bátarnir eru her.

Í gjárkvøldið var óførur rómur og sangur umborð á fleiri av bátunum. Móti miðnátt fóru fleiri av tónleikarunum niðan í teltið, sum er sett upp við bátabrúgvarnar, og endaði hetta við frálíkum felagssangi.

Á miðnátt varð skoti lit- og ljóðríkt fýrverk, sum ein av glavu bátaeigarunum hevði latið til endamálið

Hann lovar av besta veðri – lítt og turt, tó at eitt æl kemur eftir miðnátt.

Jú, tað er alt sum talar fyri, at hetta verður ein frálíkur bátfestivalur ella bátatreff, sum tey hava valt at kalla tað hesaferð.