Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bátatreffið av á hesum sinni

Tekst og myndir: Dávur Winther

Bæði fyrireikarar og vitjandi bátar og gestir eru væl nøgdir við eitt frálíkt bátavikuskifti í Klaksvík.

Veðrið var avbera gott lítt, sól og stilli. Felagssangur, solosangur, pylsur og búffar í teltinum – og í morgun var enntá boðið til ókeypis rundstykki í teltinum.

Jú, lagið hevur verið gott og alt hevur gingið eftir vild og eitt sindur afturat. Sigast má, at nýstovnaða Norðoya Bátafelag, hevur staðið sína fyrstu fyriskipan og uppgávu sum bátafelag til UG.

Klokkan 12 í dag fór tann fyrsti báturin av stað og fram móti kl. 15 vóru at kalla allir bátanir farnir. Á sosialu miðlunum takka fleiri teirra fyri eitt framúr vikuskifti í Klaksvík.

Hetta man vera stuttligt og eggjandi hjá nýggja felagnum at halda fram at fyriskipa ymiskum tiltøkum.

Helst verður ein samanumtøkufundur í næstum at venda hesum og hasum, fyri longu nú at leggja ráð saman um hvussu næsta bátastevna skal skipast í Klaksvík. 

Norðoya Bátafelag er, sum skilst, ikki sørt bilsið av stuðlum, ið hava bankað uppá og vilja stuðla við einum og øðrum. Tað lættir sjálvandi munandi um, sum tey í Norðoya Bátafelag eru fegin um og takksom fyri.

Ikki kann sigast annað enn, at bátabrúgvarnar og kringumstøðurnar annars eru av teimum bestu til eitt bátatreff.

Takk fyri eitt gott, hugnaligt og væl fyriskipað vikuskifti.

 

Harleywoodpaint