Báturin við manni er funnin aftur í øllum góðum.
Maðurin hevur tað gott. Báturin verður sleipaður til lands í løtuni, sigur løgreglan. KVF skrivar soleiðis:
Um trý tíðina kom grótbáturin Siri inn á Havnina við bátinum og manninum, sum løgreglan eftirlýsti beint eftir døgurða í dag, upplýsir MRCC Tórshavn.
Báturin var uppsteðgaður, og var rikin fyri vág og vind. Maðurin fekk ikki givið boð frá sær, og hevði hvørki neyðbluss ella rakettir umborð, sigur vakthavandi hjá MRCC.
Grótbáturin Siri fann bátin í øllum góðum við Glyvursnes, eftir at MRCC Tórshavn hevði heitt á skip og bátar um at hyggja eftir seksæringinum við manninum.




