Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Beiggi skal rinda Høgnagjald fyri at sleppa á fjall á egnum matrikkuli

Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins.

Beiggi mín hevur rikið egna vinnufyritøku í Grønlandi í mong ár. Tó er hann sera heimkærur og vitjar javnan heima í Føroyum. Serliga tí hann eigur jørð her heima og dámar væl at koma til fjallgongu.

 

 

Eftir uppskotinum um gongd í haga, skal hann nú rinda hagagjald (Høgnagjald) og boða Vinnumálaráðnum frá, um hann skal á fjall á egnum matrikkuli.

Treytin fyri at sleppa undan gjaldinum er, at ein er skattskyldigur í Føroyum. Tað merkir, at vit í løgtinginum, og tey mongu úr útlandinum, sum eru komin til landið at arbeiðia, sleppa undan.

T.v.s. at ein útlendingur í Føroyum skal einki rinda og nýtist heldur ikki at boða frá. Útlendingurin kann ganga frítt. Men tað kann beiggi mín ikki – heldur ikki á egnum matrikkuli.

Hetta er ikki í lagi.

Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins.