Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Beinir: Annika Olsen vælkomin á listan

Jóhann Lützen

Ein samd floksleiðsla hevur í kvøld valt Beinir Johannesen til nýggjan formann í Fólkaflokkinum.

Beinir Johannesen er 25 ára gamal búsitandi í Klaksvík. Beinir bleiv fyrsta ferð valdur inn á Løgting í 2019 við 998 atkvøðum sum vóru flestar atkvøður hjá Fólkaflokkinum. Beinir hevur seinastu tíðina verið formaður í tingbólki Fólkafloksins.

“Nú snýr tað seg um at halda saman sum flokkur, har vit hava lagt gamlar ósemjur aftur um okkum og líta frameftir”, sigur Beinir í stuttari viðmerking. “Nú fara vit heilhjarta út í valstíið við stevnuskrá flokksins sum grundsúlu”, leggur hann afturat.

Av øðrum týðandi málum hevur floksleiðslan samtykt, at tingfólk atkvøða eftir egnari sannføring í etiskum málum.

Harumframt gjørdi floksleiðslan av, at ‘sokallaða’ málið um Anniku er lagt afturum, og at hon er vælkomin at stilla upp til løgtingsvalið fyri Fólkaflokkin, eins og allir aðrir limir flokksins.

Um tit hava spurningar eru tit vælkomin at ringja til Beinir á tlf. 274125