Tað vísa hagtøl fyri hetta kappingarárið.
Ásbjørn N. Nattestad hevur á jn.fo gjørt hagtøl fyri m.a. brotskøst hetta kappingarárið í bestu mansdeildini í hondbólti. Har vísa tølini, at besti brotskastskjúttin í deildini er Beinir Johannesen úr Team Klaksvík. Hann hevur skotið 27 brotskøst, skorað 25 og liggur tí á einum skoringsprosenti á 92,6 %. So høgt hevur eingin annar brotskastskjútti. Sí talvu niðanfyri.



