Norðoya Sjálvstýrisfelag er komið á mál við uppstillingini til komandi býráðsval, og greitt er, at Beinta Klakstein, býráðslimur og forkvinna í Trivnaðarnevndini, aftur er á listanum.
Sjálv sigur Beinta Klakstein soleiðis:
– Eg bjóði meg aftur fram til Býráðsvalið 2020, tí eg ynski framvegis at hava ávirkan á, hvat fer fram í okkara kommunu. Eg brenni fyri at gera kommununa til eina kommunu fyri øll og í tí liggur, at eg ynski at í Klaksvíkar Kommunu skal lítla pinkubarnið, unga menniskja, tann vaksni, tann tilkomni og tann eldri merkja, at pláss er fyri teimum her.
Atkomiligheit
– Kommunan er ment nógv og nógv er gjørt á fleiri ymiskum økjum. Eg haldi, at tað skal vera sjálvsagt, at ein og hvør skal kunna uppliva tað, sum er gjørt. Um man er til gongu, í rullistóli , á súkklu, í vogni ella brúkar gongustativ, skulu umstøðurnar vera gjørdar til, at viðkomandi trygt kann flyta seg.
Bústaðarviðurskifti
– Stóri eftirspurningurin eftir bústaði í Klaksvíkar kommunu er ein stórur trupulleiki. Her skulu vit vera við, har vit kunnu. Íbúðarbygging til 60+ er eitt, men eisini at bjóða privatum aktørum at gera lutaíbúðir er neyðugt.
Dagstovnaøkið
– Her eru vit framvegis eftirbátar, tá tað kemur til hølisviðurskiftir. Eg fegnist um, at nýggj eind úti í Fjallafípuni varð bygd, at tvær barnagarðsstovur eru gjørdar í kjallaranum í Spælistovuni, og at vit nú fara at byggja nýggjan dagstovn Oman Valrætt, men tað skal meir til. Her eru tíverri ongar bíligar loysnir, so tí vil eg syrgja fyri, at peningur framhaldandi verður settur av hvørt ár, fyri at vit kunnu betra um hetta.
Góð og trygg farleið
– Vit skulu innrætta okkara kommunu til tey menniskju, ið her búgva. Tað skal vera trygt at ganga, trilla og súkkla. Gongubreytirnar skulu eftirhyggjast, betrast og eisini gerast. Ferðslan má tálmast.
Vesi, skiftirúm og uttandura brúsu í Árnafirði
– Árnafjørður er ein sonn perla. Vakra og hugnaliga bygdin og sandurin lokka mong fólk hagar. Peningur skal setast av til, at betra umstøðurnar, soleiðis at tað ber til at fara á vesi, vaska sær og skifta.
Parkeringsviðurskiftir
Vit vita øll, at parkeringsviðurskiftini nógvastaðni í kommununi eru sera ring. Hetta er eftir mínum tykki fyrst og fremst orsaka av at tað eru alt ov nógvir bilar. Men eg veit at tað loysir onki, bert at siga tað. Eg vil arbeiða fyri at betra um hetta. Fleiri básar skulu strikast upp, soleiðis at bilar skulu standa í bási, fyri ikki at standa ólógliga parkeraðir. Eisini vil eg arbeiða fyri, at har tað er møguligt, at seta størri krøv til fólk, at seta bilin inn á egið stykki.
Ein grønari kommuna
– Eg vil virka fyri, at Klaksvíkar Kommuna áhaldandi innhugsar umhvørvisvinarligheit í tí, sum verður gjørt. Eisini skulu vit hava fleiri ruskspannir. Vit skulu ganga á odda.
– Tað krevur menniskju fyri býir at skapa býir fyri menniskju. Hetta er ein stór ábyrgd, og eg vil fegin vera partur av hesum. Nógv er í gongd, og tað er gleðiligt, men eg vil eisini leggja dent á tey smáu tingini, sum ofta vísa seg at vera til stóra gleði fyri nógv, men kosta lítið. Vit skulu áhaldandi raðfesta hetta høgt. Eg kann her nevna okkurt sum er gjørt: smáar gøtur í býlingum, busskýlið, fríðkan, stuðul til standmyndir, gøtuljós og tiltøk. Eg vil eisini í hesum sambandi leggja aftrat, at vit skulu skapa smáar oasur ella friðskjól til allar okkara borgarar- unga familjan, børnini, tilkomna parið og ungdómurin skulu kunna fara út og hava eitt stað, har tey kenna seg heima og hava sítt pláss.




