Ætlar landsstýriskvinnan at góðkenna avgerðina hjá meirlutanum í stýrinum fyri Bústaðir?
Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vil nú hava landsstýriskvinnuna í Almannamálum at svara, um landsstýriskvinnan ætlar at góðkenna avgerðina hjá meirlutanum stýrinum fyri Bústaðir um at stjórin í Bústøðum bara kann úttala seg eftir at hava tosað við stýrisformannin fyrst.
”Tað er rættuliga álvarsligt, at stjórin í Bústøðum ikki sleppur at úttala seg. Bústaðir umsita fyri fleiri hundrað milliónir skattakrónir, og tí er tað álvarsligt, um talufrælsið hjá stjóranum verður strikað,” sigur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi.




