Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Beinta vann FM

Norðlýsið

Leygardagin møttust landsins bestu dartspælarar, til endaligu FM kappingina fyri einstaklingar. Kappingin hjá kvinnunum hevur í ár verið spennandi, og kundi ein ikki siga aðrenn hvør fór at vinna. Tó var Beinta Joensen við síni plasering sum Nr 1 á styrkilistanum ein lítil favorittur. Við síni top plasering, so var hon seeda til at koma beint í hálv finaluna. Fyrst tók hon ímóti Anniku Joensen úr Dart Sandoy, og gjørdist tað júst ein so spennandi dystur, sum ein hevði vænta, men sum so ofta fyrr í ár, so var Beinta køld í avgerðandi støðum og vann dystin 3-1. Í finaluni nú bíaði verandi FM vinnarin Lydia á Smið úr HDF. Lydia hevur ikki verið so nógv við í ár, orsaka av barnsburði, so eingin visti heilt hvat støði hjá henni var. Finalan blev akkurat sum ein finala skal verða. Baðar fylgdust upp til 3-3 og í avgerandi settinum, fekk Beinta nakrar góðar skorir og kom eitt sindur framum. Men Lydia gavst ikki, tá Beinta stóð á reinum doubli, manglaði Lydia 110, og fekk píl uppá double 15. Men undir harðasta trystinum var Beinta ísakøld og lukkaði, og vann harvið finaluna 4-3.

 

Fyrsta einstaklinga FM til KDF

Aftana at fleiri av monnum hava staði í FM finalum í 90’inum og 00’inum, so var hetta fyrstu ferð at ein kvinna hjá KDF stóð í finaluni. Ímeðan mennirnir altíð hava tapt finalurnar, so gjørdi Beinta tað søguliga fyri felagið og vann. KDF er elsta felagið í landinum, og hava leikarar úr felagnum vunnið FM í tvímansleiki, men í einmansleiki hava teir altíð verið ov stuttir. So hetta var ein søguligur dagur. Kvinnudart hevur vundið nógv uppá seg seinastu árini, og har gongur KDF á odda við at hava fleiri góðar kvinnuligar spælarar.

 

Jan McIntosh ein klassa fyri seg

Tað var ígjøgnum dagin bara ein spurningur um, hvør fór at gerast Nr 2 hjá monnum. Jan McIntosh hevur verið einaráðandi í alt ár, og hevur hann ikki tapt ein einasta dyst. Tað gjørdi hann heldur ikki leygardagin, og reyk avstað við FM annað árið á rað. Spæli hjá Jan er í heimsflokki, har man millum annað kann nevna eitt miðaltal uppá yvir 80 ígjøgnum allan dagin. Og fyrsti dysturin hjá honum hendan dagin hevði eitt miðaltal á 94, sum er í heimsflokki. Í finaluni møtti Jan, fyrrverandi FM vinnarnum Petur Thomsen, men har var einki at koma eftir, Jan vann finaluna 7-1

 

Stór avbjóðing fyri framman

Føroyskt dart stendur fyri eini stórari og spennandi avbjóðing. Vikuskiftið 19 og 20 mars verða altjóða kappingarnar Tórshavn Open og Faroe Islands Open á Glasir. Hetta er fyrsta stóra altjóða kapping ið verður hildin í Føroyum, síðani DSF fekk limaskap í WDF í 2019. Nógvir útlendskir leikarar koma hendan vegin og fleiri av leikarunum hava høgt altjóða støði.

Svenska landsliði hevur eisini bjóða føroyska landsliðnum av til ein venjingardyst, sum verður fríggjakvøldið aðrenn kappingina. Svensku mennirnir eru verandi europameistarar fyri lið, so hetta er ein rættiliga stór avbjóðing, sum mennirnir koma í. Hjá kvinnunum er avbjóðingin eisini stór, tá Svøríki verður rokna sum tað besta norðurlandi, við millum øðrum heimsmeistaranum frá 2017 Vicky Pruim á liðnum. Eisini skulu landsliðini til Nordic Cup í Malmø í mai mánaði. Og í heyst verður farið til EM í Spania.

 

 

Úrslitini

Kvinnur

1. Beinta Joensen – KDF

2. Lydia á Smið – HDF

3. Annika Joensen – Dart Sandoy

3. Terja Ósa – KDF

 

 

Menn

1. Jan McIntosh – HDF

2. Petur Thomsen – D16

3. Jan Erik Fjallstein – VDF

3. Jón Johansen – VDF