Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bent Lauritzen: Kjarnorka er trygg

Jóhann Lützen

Bent Lauritzen er deildarleiðari og granskari á Center for Nukleare Teknologier á DTU. Hendan greinin er samrøða gjørd við hann í 2019. Undir yvirskriftini “Drop jeres usande påstande om atomkraft” biður hann fólk um at gevast við mytuni um, at nýtsla av kjarnorku er vandamikil, og hóast Fukushima-vanlukkuna í 2011 eigur tað í dag at verða roknað sum trygt at brúka kjarnorku.

Vit eru vorðin fleiri og ríkari, og tað merkir, at vit brúka meira orku. Vit eru fleiri enn 7 milliardir menniskju, og tað gongur skjótt móti átta. Øll vilja hava lut í øktu vælferðini, sum treytaleyst krevur meira orku. Í dag síggja vit avleiðingarnar av øktu orkunýtsluni, sum í høvuðsheitum byggir á kol, olju og náttúrugrass: Økt dálking, minni veitingartrygd og at vaksandi byrður verða lagdar á umhvørvið.

Fyri at steðga hesi gongdini mugu vit umstilla orkuframleiðsluna. Og loysnin er longu her: Fossilu brennievnini mugu útskiftast við kjarnorku og varandi orku. Varandi orka megnar tað ikki einsamøll, so kjarnorka er ein fortreyt fyri, at orkuumleggingin eydnast.

 

Skeivar og ósakligar útsagnir

Fyri mong menniskju er kjarnorka enn eitt kontroversielt evni, og misskiljingar um kjarnorku eru útbreiddar í lesarabrøvum, millum politikarar og sjálvt millum umhvørvisstríðsfólk, ið áttu at vitað betri. Kjarnorka verður ofta skúgvað til viks í debattini, nærum automatiskt, við at vísa til vantandi trygd og at ongin loysn er fyri, hvat skal gerast við radioaktiva burturkastið.

Avleiðingarnar av ikki at fyrihalda seg sakligt til kjarnorku eru, at vit missa ein einastandandi møguleika fyri at loysa ein av heimsins størstu trupulleikum: Atgongdina til eina CO2-fría og umhvørvisvinarliga orkuframleiðslu.

 

Góð trygd

Har eru altíð vandar við øllum orkuloysnum, og óhapp og vanlukkur kunnu henda á øllum ídnaðarannleggum. Men trygdin við kjarnorku er hægri enn nakrantíð fyrr, og vandin fyri menniskju er minni við kjarnorku enn við stórt sæð allari aðrari orkuframleiðslu. Saman við vindorku er kjarnorka tann orkuloysnin, ið hevur minst ávirkan á umhvørvi og fægst tal av deyðum í mun til framleiddu orkuna.

Sjálvt tann álvarsamasta vanlukkan á einum kjarnorkuverki, ið er hend, nevniliga tann á Fukushima í 2011, hevði í roynd og veru avmarkaðar avleiðingar. Og hon varð orsakað av ógvuligasta jarðskjálvtanum í Japan í nýggjari tíð saman við eini oyðileggjandi tsunami. Hóast fleiri av reaktorunum á verkinum smeldaðu partvíst, doyði bert ein einstakur persónur av stráling. Kortini læt Japan av trygdarávum hini kjarnorkuverkini niður, men ein stórur partur av teimum er nú ávegis til at verða opnaður aftur eftir eina gjølliga trygdarendurskoðan.

Eftir vanlukkuna vórðu stresstestir gjørdar kring um í Europa, ið skuldu vísa, hvussu kjarnorkuverkini hildu til náttúruvanlukkur so sum jarðskjálvtar og flóðaldur, umframt um allur uttanhýsis streymur og køling vórðu sett úr kraft. Av teimum kanningunum lærdu fólk nógv um møguleikarnar fyri at betra um trygdina á ymisku verkunum, men onki verk varð stongt vegna hesar greiningarnar.

 

Møguleikar fyri radioaktivum burturkasti

Tað sum ger radioaktiva burturkastið til nakað serligt, er júst tað, at tað er radioaktivt. Men burturkastið skal síggjast í størri høpi: Mongdin av burturkasti er øgiliga lítil, nærum ófatiliga lítil, og tað eru nakrir fáir kubikkmetrar frá hvørjum kjarnorkuverki um árið. Burturkastið kann koyrast eitt sonevnt “geologisk slutdeponi”, eins og Svøríki ætlar at gera tað við Forsmark í Östhammar Kommunu, og har forseglast ella fyri tann saks skuld endurnýtast í næsta ættarliðnum av kjarnorkuverkum.

Í mun til í Danmark, har tað hevur víst seg at vera sera torført at finna eina staðseting av tí lágaktiva burturkastinum frá Risø, síggja íbúgvarnir í Östhammar positivt, at tað svenska “slutdeponiið” verður lagt har. Tað verður lagt umleið 500 metrar yvir jarðarskorpuna og fer at rúma tí háaktiva burturkastinum frá kjarnorkuverkunum í Svøríki. Ætlanin er at byrja um fimm ár.\

Tørvur er á, at kjakið um kjarnorku verður lyft á eitt sakligt støði. Kjarnorka skal metast javn við aðra orkutøkni. Og donsk kjarnorkugransking og donsk kjarnorkuverk skulu hava ein veruligan møguleika til at gera sítt til at loysa okkara globalu orku- og umhvørvistrupulleikar.

 

 

Kelda: https://www.altinget.dk/forsyning/artikel/dtu-forsker-drop-jeres-usande-paastande-om-atomkraft