Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bernhard Samuelsen framsýning í Ribarúsi

Frits Johannesen

Fríggjadagin 18. sept kl 20:00 letur Bernhard upp einsæris málningasýning í Ribarhúsi. Bernhard er fuglfirðingur, og uppvaksin Vesturi í Innandals. Hann er sonur Kristinu og Ole Jacob- Olla á Geilagarði. Tað er so stak vakurt í Innandals, har natúran undir Blábjørgum og í Gjógvará lata av sær av Guða givnum ljóði og ljósi alt døgnið, so eygu og oyru hava sælar stundir av hesum fyribrigdi.

Hann hevur stillað út á Varmakelduframsýningini, og nertur hann við sínum penslum á ein natúrligan hátt, tað sum eygað sær næst við…. eins og skýljós og grúgvuljós hálsfevnast í fríum lofti undir hansara penslastrokum.

Hann er útbúgvin málari , og framsýningin hongur uppi til hósdagin 1. oktobur.