icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bert 10% av ferðsluni norður um fjall ferð víðari til Norðoyatunnilin

John William Joensen

Í hoyringsskrivið til Rættarnevnd løgtingsins, í samband við uppskot um at heimila P/F Norðoyatunnlinum at byggja tunnlar norður um fjall, skrivar Landsverk, at tey undrast á at uppskot fyriliggur um at fáa heimild til at fyrireika og forprojektera eitt prosjekt, sum longu er gjørt og er klárt at bjóða út.

Landsverk: 

…. Verkætlanin varð fyrireika í árunum 2005 til 2007 og prosjektera í 2010.

Landsverk fekk dagført kostnaðarmeting uppá tunnlar Norður um fjall í 2015….

Landsverk skrivar eisini at orsøkin til at tunnilin úr Gerðabø var valdur frá til frama fyri ein tunnil á leið har sum verandi tunlar eru var m.a. tann, at ein tunnil frá Gerðabø kostar 100 mió. kr. meira og at 90% av ferðsluni norður um fjall er millum Klaksvík og bygdirnar norðanfyri og einans 10% fer víðari til Norðoyatunnilin.

 Les hoyringsskriv frá Landsverk her