Alfred Bjørlo í norska flokkinum Venstre heldur, at norsku tiltøkini ímóti Russlandi hava lítla og onga ávirkan, tí talið av russiskum skipum í norskum havnum er ikki stórvegis minkað. Minkingin er bert umleið ein fimtapart. Men orsøkin er millum annað at finna í, at fiskiskip eru undantikin havnarstongslinum. Matvørur skulu framvegis kunna flytast so ótarnað sum gjørligt fyri at fyribyrgja hægri prísum á matvørum. Tí er onki løgið í, at minkingin ikki er størri.
Síðani 14. oktober í 2022, tá Noreg setti í verk verandi havnastongsul av øllum havnum uttan Kirkenes, Båtsfjord og Tromså, eru 625 russisk skip komin í norskar havnir. Frammanundan havnastongslinum var talið í sama tíðarskeiði árini fyri 788 skip. Hetta er ein minking upp á einans 21%. Fyri størri skip er minkingin uppaftur minni, einans 17,5%, úr 618 og niður í 509.
Hetta kemur fram í svari upp á skrivligan fyrispurning til Bjørnar Skjæran, táverandi fiskimálaráðharra í Noregi, tann 8. oktober í ár. Omanfyrinevndi Alfred Bjørlo í Venstre setti fyrispurningin. Alfred Bjørlo vil vera við, at Noreg á hendan hátt letur milliardaupphæddir til russisku krígsmaskinuna.
Eivind Vad Petersson, statsskrivari í norska Uttanríkisráðnum sigur, at hetta hevur Alfred Bjørlo misskilt. Noreg stendur saman um sanktiónspolitikkin hjá restini av Europa, men matvørur, herundir fiskur, gjøgnumgangandi eru undantiknar sanktiónunum, og tí eigur ikki nøkur minking at síggjast í fiskivinnuvirksemi.
Enadmálið hevur ongantíð verið at skerja atkomuna hjá russiskum fiskiskipum, men bert at forða fyri, at Noreg verður brúkt sum transittland fyri aðrar vørur enn matvørur, eitt nú av tøkni, ið kann brúkast í krígsídnaðinum. Har eru settar í verk fleiri og strangari eftirlit, eins og tollmyndugleikin er styrktur í hesum sambandi.
– ”Endamálið við hesum er at sleppa undan príshækkingum á mati, sum jú serliga fer at raka fátæku londini. Tiltøkini hjá ES hava av somu orsøk ikki nakað forboð ímóti innflutningi av russiskum fiski.”, sigur Eivind Vad Petersson.
Spurdur um tað ikki er ein vandi fyri, at russisku fiskiskipini verða brúkt til at njósnast við eisini, svarar hann, at tað verður hildið sterkt eftirlit við skipunum framvið allari norsku vesturstrondini og í øllum teimum trimum havnunum, russisku skipini sleppa inn í.
Kelda:




