Hóast hart veður, so hevur tað verið friðarligt hjá Sløkkiliðnum í Klaksvík. Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari sigur, at bert smávegis skaðar eru fráboðaðir, millum annað ein kampingvognur úti í Klaksvík var koppaður og klædningurin á einum húsum við nýggjaveg reiv.
Myndirnar eru tiknar á Oyravegnum í morgun.




