Ongantíð áður hevur KÍ-álopsleikarin skorað so nógv mál fyrstu sjey umførini sum í 2023.
Í gjár var Páll A. Klettskarð, sum seinni í mai fyllir 33 ár, aftur í málhýri og skoraði tvey mál í toppdystinum hjá KÍ móti B36. Hetta merkir, at hann fyrstu sjey umførini hevur skorað 10 mál í landskappingini. Tað er besta byrjanin nakrantíð hjá Páll. Niðanfyri hava vit hugt aftur til 2012, sum var fyrsta árið, har Páll spældi regluliga frá landskappingarbyrjan.
Páll A. Klettskarð eftir 7 umfør:
2023: 10
2022: 8
2021: 6
2020: 1
2019: (ikki partur av KÍ áðrenn summarsteðgin)
2018: 1
2017: 3
2016: 6
2015: 5
2014: 3
2013: 5
2012: 4
Kelda: FaroeSoccer




