Tá KÍ í 1991 vann greipuna í unglingum var talan um óvanliga væl mannað lið.
Myndina eigur Símun á Høvdanum og er hon av FM-liðnum hjá unglingum hjá KÍ í 1991. Venjari var Petur Mohr og hann var eisini venjari hjá besta mansliðnum, sum vann FM sama ár. Nýggju leikarar – Todi Jónsson, Arnold Joensen, Jan Andreasen, John Ryan, Aksel Johannesen, Fríðin Ziskason, Allan Joensen, Eyðun Klakstein og Finn Baldvinsson – fingu spælitíð á besta liðnum sama ár, meðan Poul Juul Vilhelmsen var á bonkinum í tveimum dystum sambært FaroeSoccer.


