Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Betri Deildin 2019: KÍ á jóansøku og endar í Gundadali

Jákup Ósá

Nú er kunngjørt, hvussu Betri Deildin er skipað í ár.

Hjá KÍ er kanska mest vert at leggja til merkis hesar dystir:

Trupul byrjan: KÍ byrjar tey bæði fyrstu umførini við at møta føroyameistarunum síðstu trý árini. HB vitjar í Klaksvík í 1. umfari, meðan KÍ skal til Norðragøtu í 2. umfari.

Norðoyastevna: Á Norðoyastevnu spælir KÍ á heimavølli móti AB

Jóansøku: Leygarkvøldið 22. juni á jóansøku spælir KÍ í Trongisvági móti TB

Summar Festivalur: Á Summar Festivalinum spælir KÍ á heimavølli móti Víkingi

Endaspurtur móti topp 5 liðum: Síðstu trý umførini spælir KÍ móti NSÍ, Víkingi og til seinast B36, sum er í Gundadali.

 

Øll skráin kann síggjast HER