Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Betri Heim 25 ár

Jóhann Lützen

Leygardagin 1. apríl 2023 eru 25 ár síðani, at meklarafelagið Betri Heim (fyrr INNI) hevði stovnandi aðalfund.

Nógvar túsundtals ognir og heim eru handlað gjøgnum felagið øll hesi árini, og nógv sambond og samstørv eru knýtt, sum vit eru sera takksom fyri.

Nógv er eisini broytt. Tá felagið læt dyrnar upp á fyrsta sinni vóru tvey starvsfólk, í dag eru átta, og ferðin á bústaðarmarknaðinum tá og í dag kann als ikki samanberast.

Til stuttleika kann nevnast, at tað vóru 20 undirskrivaðir sáttmálar í 1998, og fyrsta sølan, eini sethús í Havn, fór fram í august 1998. Í dag eru sáttmálarnir fleirfaldaðir.

P/F Betri Heim er dótturfelag hjá P/F Betri Banka og sjálvstøðugur partur av Betri samtakinum