Í samband við at Billy Joel fylti 70 ár 9.mai verður heiðurskonsert í Spaniastovu leygarkvøldið 22.juni kl 20.
Lagt verður tí upp til eina serliga Billy Joel-heiðurskonsert og frásøgu, har fleiri av hansara allarbestu og -kendastu løgum verða spæld og tulkaði av viðurkendum føroyskum tónleikarum og sangarum ! Á skránni verða sangir sum My life, Piano Man, And so it goes o.fl.
Tey, íð fara at tulka eru :
Karl Martin Samuelsen – Daisy Johannesen Lolk – Hans Andrias Jacobsen – Ingibjørg Hansen – Rani Nolsøe
Húsaorkestri er mannað við royndum tónleikarunum: Páll Sólstein, klaver, Jógvan Fróði Baldsvinsson, bas, Jens Pauli Joensen, trummir, og Rani Nolsøe, gitar.
Atgongumerki á www.atgongumerki.fo




