Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bilrøkt í Klaksvík

Jóhann Lützen

Vit hava bilaframsýning her á ferjuleguni í dag og í morgin, fólk eru vælkomin til eitt gott bilprát og at royna onkran bil, sigur Vinjard Johannesen, sølustjóri í Bilrøkt

Bilrøkt eru á rundferð kring landið og nú er túrurin komin til Klaksvíkar. Vit fóru norð á stengurnar at frætta og sølustjórin var upptikin í práti við einum kunda, tá vit møttu. 

Vit hava 10 bilar her av merkinum Kia, tað eru góðir prísir, sigur Vinjard. 

Vit verða her í dag og í morgin. Fólk eru vælkomin at royna bilarnar. Vit standa her til kl. 16.00 í morgin, upplýsir Vinjard