Teddy Bruslund, tíðindamaður og leikstjóri á SaxoFilm hevur í nakrar vikur verið í Føroyum við filmsliði at taka upp heimildarfilm um læknastríðið. Ein av myndamonnunum á hesum liði er føroyingurin, Jan Fagranes.
Undirritaði hevur verið hjálpin við ymiskum samskifti við filmsfólkini, sum at finna persónar, bøkur og støð, teir hava leitað eftir. Gjárkvøldið ringdi Teddy Bruslund og boðaði frá, at teir vegna vetrar- og kavaveðrið høvdu valt at fara heim aftur til Danmarkar – fyri tíð, tí tað ikki bar so væl til at filma úti í hesum veðrinum.
Teir skuldu komu til Klaksvíkar í dag, sunnudagin, at gera eina upptøku, tí vildu teir vita, um eg kundi hjálpa teimum við eini vitjan á Fornminnasavninum.
Sum sagt, so gjørt. Avtalað varð, at teir skuldu heinta meg í bili. Tá ið eg komi niðan á vegin stendur ein snotiligur bilur har, og rúturin fer lagaliga niður. Hej Dávur, ljóðar úr førararútinum. Eg kendist við røddina, hyggi upp og síggi, at tað er Lars Løkke Rasmussen, sum situr handan rattið og heilsar.
Lars Løkke skal vera vertur á sendingini, og er tað hann, ið ger ymsu samrøðurnar og frágreiðingarnar í filmsrøðini, sum kemur til heystar. Tí var tað hann, sum koyrdi bilin, eisini sum eitt sindur meira staðkendur, enn Teddy.
Eg hoppaði inn í bilin og prátið gekk so lystiliga beinavegin. Tað fyrsta eg gjørdi var enn einaferð at takka honum fyri stuðulin, Mentanrahúsið hevði fingið á 9,5 mill við hansara hjálp. Men sanniliga høvdu Kristian Jensen, táverandi fíggjarmálaráðharri og ikki minst eisini Sjúrður Skaale hjálpt til, sum bar málið innum Fólkatingsins gátt.
Vitjan á Fornminnasavninum
Dyrnar stóðu opnar við Fornminnasavnið har Andras Sólstein greiddi frá myndum og skjølum og onkrum øðrum áhugaverdum luti, sum kann gerast áhugaverdur sum heimildartilfar í upptøkunum.
Andras hevði tó ringa tíð vegna dystin í dag. Hann vildi fegin síggja tá og um sonurin, Páll kundi fáa ein serligan heiður: At verða tann mest skorandi fótbóltsleikarin hjá KÍ. Hetta eydnaðist so eisini, sum vit øll fegnast um.
Páll A. Klettskarð er nú tann besti málskjúttin hjá KÍ nakrantíð. Hann hevur skorað 127 mál. Gamla metið – við 125 málum, átti Kurt Mørkøre.
Mentanarhúsið
Tá ið vit vóru liðnir á Fornminnasavninum og skuldu fara niðan til Amarant at fáa okkum ein bita, fekk Lars Løkke boð um at steðga við Mentanarhúsið, sum nú er væl áleiðis. Hetta fyri at taka eina mynd og annars vísa honum, at peningurin, fólkatingið umvegis Kultur- og Slotsstyrelsen hevði játtað til byggingina av Mentanarhúsi í Klaksvík, vóru komnir væl til sættis.
Jú, Lars Løkke fegnaðist, og sum ein rættur statsmaður, er hann eisini ein stásmaður, fittur, líkatil og fryntligur – gløggur, kvikur og hittinorðaður.
Hans Pilgaard
Vit fingu eitt hugnaligt prát um leyst og fast uppi á Amarant, og sum um tað ikki var nóg mikið við sjálvsomum gestum, kom Hans Pilgaard frá ”Hvem vil være millionær” og heilsaði uppá Lars Løkke, sum kennast væl. Hans hevði verið norðuri á Kallinum og var heldur kaldur, nú hann var ávegis suðureftir aftur.
Nú eru vit ”starvsflagir” – sjónvarpsvertir, segði Lars Løkku Rasmussen við einum smíli, og ynskti Hans Pilgaard góða ferð.
Eftir ætlan kemur sjónvarpsliðið aftur miðskeiðis í mai at gera endaligu upptøkurnar til heimildarfilm um læknastríðið.




























