Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bilur á sjógv í Klaksvík

Jóhann Lützen

Maðurin var farin í FK at keypa inn og hevði gloymt hondbremsuna, tá hann kom útaftur lá bilurin á botni, sigur vakthavandi við Norðlýsið

 

Tað sá álvarsamt út í morgun tá bæði løgreglubilar og sjúkrabilar sóust við sjóvarmálan tætt við FK. Ein bilur var farin á sjógv og mynduleikarnir óttaðust at fólk vóru í bilinum. Tað var tað tíbetur ikki, upplýsir vakthavandi

Ein maður var farin í FK at keypa inn og hevði gloymt hondbremsuna, tá hann kom útaftur lá bilurin á botni, sigur vakthavandi við Norðlýsið

Bilurin varð síðani hálaður upp á turt aftur.