Ein kvinna er í bilinum, men hon er ikki í lívsvanda sigur vakthavandi
Nógvur útrykningur hoyrdist fyri løtu síðan í býnum.
Bæði løgreglubilur og sløkkiliðsbilur hildu norðeftir og vit frætta frá vakthavandi at ein bilur á Viðareiði við einum kvinnuligum bilstjóra er farin av vegnum. Viðkomandi er ikki í lívsvanda. Tað er fyri at binda um heilan fingur at vit senda so nógvar bilar avstað, sigur vakthavandi




