BINDIFESTIVALURIN verður í døgunum 28. og 29. apríl.
Hesaferð verður hann á Hellunum. Tað verða nógvar áhugaverdar frásøgur umframt tær læruríku verkstovurnar, ið eru í teim ymsu húsunum. Harafturat eru styttri og longri gongutúrar.
Bæði hós- og fríggjakvøldið enda við felagstiltøkum, tað fyrra við kvøldsetu og tað seinna við hugnaløtu.




