Umleið helvtin av kvinnunum í Føroyum ganga regluliga í bindiklubb, sigur Annika Y. Skaalum
Norðlýsið varpar ljós á bindiklubbar í hesum døgum. Annika Y. Skaalum, ið er ættað sunnan úr Vági, og búsitandi í Tórshavn, skrivaði í 2004 eina bachelorritgerð á Fróðskaparsetrinum um bindiklubbar. Til dagligt er Annika miðnámsskúlalærari.
Vit biðja Anniku greiða frá bindiklubbum.
– Ein vanligur bindiklubbur telur í miðal 7 luttakarar, men kann gott vera tað dupulta, men vanliga møta 7-8 hvørja ferð, oftast fjúrtanada hvønn dag ella eina ferð um mánaðin um vetrarhálvuna. Binding er og hevur altíð verið eitt ógvuliga sosialt hondarbeiði – ein kann binda og bert hyggja av og á at tí, ein ger, og harvið ber til at tosa samstundis. Í Føroyum hava konur altið gingið inn til hvørja aðra við stokkum, tá ein løta var. Bindiklubbar byrjaðu fyrst í 1900, og eru meira modernaðir í dag, tí at teir eru ávísar tíðir og við føstum luttakarum, meðan tað gamla var meira tilvildarligt, sigur Annika
Bindiklubbar fylla nógv hjá føroyskum kvinnum
– Umleið helvtin av kvinnunum í Føroyum ganga regluliga í bindiklubb, summar kvinnur luttaka í fleiri bindiklubbum. Eisini hittast føroyskar kvinnur í útlondum í bindiklubbum. Typurnar í bindiklubbum eru ymiskar, tað eru vinkonur, starvsfelagar, floksfelagar, grannaløg, útisetar og ítróttarfeløg, sigur Annika.
Í bindiklubbum verður tosað um gerandislív – alt eftir hvar í lívinum ein er staddur – tannáringar tosa um tannáringaspurningar, ungar mammur um børn og gerandisdagin, góð hugskot og upplivingar, sum kunnu gera lívið lættari. Sum luttakararnir eldast, broytist tosið samsvarandi – bindiklubbar kunnu gerast sera gamlir og halda fram á ellisheimum, sigur Annika.
Tað eru nógv ein fær burturúr at luttaka í bindiklubbum. Bindiklubbar eru ein sosialur felagsskapur, sum ofta røkka frá barnaárum til ellisár. Hetta er eitt týðandi virðið fyri mennisku, at verða partur av felagsskapum. Binding er harumframt eitt sera væl egnað hondabariði til sosial høvi og tískil eru bindiklubbar nakað vit fara at síggja í Føroyum í mong ár framyvir, sigur Annika at enda.



