Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

– Birkirkara er ein av favorittunum til meistaraheitið komandi ár

Jákup Ósá

Ein ítróttarjournalistur á Malta sigur, at Birkirkara er eitt av liðunum, sum síðani síðsta kappingarár hevur styrkt seg mest og eisini er millum størstu favorittarnar at vinna meistaraheitið komandi kappingarár.

 

 

 

Antoine Busuttil skrivar um fótbólt á Malta á heimasíðuni maltafootball.com. Norðlýsið hevur fingið hann at svara nøkrum av stóru spurningunum um Birkirkara, sum er mótstøðulið hjá KÍ á Malta komandi hóskvøld kl. 18.00 føroyska tíð.

 

 

Nógv styrkt lið

Antoine sigur, at Birkirkara helst sum avleiðing av einum skuffandi kappingarári hevur styrkt nógv um hópin.

– Síðsta kappingarár var eitt vónbrot fyri Birkirkara, tá liðið endaði á 4. plássi, hóast liðið eisini kom í steypafinaluna og tapti móti meistarunum Valletta. Birkirkara hevur verið eitt av liðunum, sum hevur keypt mest inn í summar. Ikki færri enn 7 nýggir leikarar eru komnir til, harav tveir landsliðsleikarar hjá Malta, Paul Fenech og royndi álopsleikarin Michael Mifsud. Tað merkir, at Birkirkara verður millum favorittarnar at vinna meistaraheitið. Í Europa hevur Birkirkara metið á Malta við at hava spælt seg í triðja umfar fyri tveimum árum síðani. Í ár er málið at koma í øllum førum í 2. umfar, nú liðið byrjar í undanumfarinum, sigur Antoine við Norðlýsið.

 

 

Skulu vinna við minst tveimum

Liðini á Malta er ofta væl sterkari á heimavølli enn á útivølli, og tí ræður um at vinna greiðan sigur í fyrra dystinum. Í ár verður Birkirkara væntandi meira álopskent enn undanfarna ár.

– Venjarin Paul Zammit fer helst at spæla meira álopskent, tá hugt verður eftir nýggju leikarunum, har bæði miðvøllur og álop er styrkt. Lyklaleikarar eru málverjin Kristijan Naumovski og miðvallarleikarin Mislav Andjelkovic umframt, at nýggju leikararnir Paul Fenech og Michael Mifsud væntandi fara at spæla ein lyklaleiklut. Í fyrra dystinum í Europa League fer Birkirkara eftir sigrinum og at vinna við í minsta lagi tveimum málum soleiðis, at góðir møguleikar eru fyri at koma til næsta umfar, sigur Antoine Busuttil.