Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Biskupstorg: Nýggi handilin eitur URBANE

Jóhann Lützen

Jóhanna D. Askham hevur fyrr arbeitt sum frisør, men nú letur hon upp spennandi mannfólkahandil í snotuligu umstøðunum í nýggja miðbýartorginum í býnum.

Jóhanna D. Askham hevur fyrr arbeitt sum frisør, men nú letur hon upp spennandi mannfólkahandil í snotuligu umstøðunum í nýggja miðbýartorginum í býnum.

– Hetta hevur verið ein spennandi tilgongd, og vit eru um at vera klár til at taka ímóti vitjandi. Vit hava brúkt nógva tíð til at finna nýggj og lekkur merkir, sum bæði eru til ungar og miðalaldrandi menn, sigur Jóhanna D. Askham, eigari av URBANE.

Tá ið vit spyrja hvar navnið kemur frá, so vísur hon á, at hetta hevur nakað við tann stýlin, ið tey hava valt at leggja seg eftir.

– Stílurin er rættiliga modernaður og vit hava stórt úrval av ymiskum cowboybuksum og lekkrum t-shirt í góðari góðsku. Vit umboða merkir sum Blue de génes, Superdry, Camel active og Urban Classics.

– Harafturat fara vit at fáa enn meiri spennandi klæðir komandi tíðina. Eitt nú fáa vit í september vørur frá Calvin Klein og eitt skógvamerki, sum eitur Crime London, sum vit eisini gleða okkum at vísa teimum vitjandi.

Spurd um nær hugskotið kom at fara undir nýggjan mannfólkahandil, svarar Jóhanna flennandi, at tað var rættiliga spontant.

– Tað eru bara nakrir fáir mánaðir síðani, at vit tóku endaliga støðu til at lata mannfólkahandil upp. Vit sótu inni á Café Fríðu og yvir ein morgunmat, tóku vit støðu til at hetta skuldi vera ein mannfólkahandil. Annars hevði eg eisini hugsa um ein kvinnuhandil, men eg eri sannførdur um, at hetta er tað rætta. Tá ið hesin møguleikin við staðseting kom framvið, so slerdu vit til. Vit síggja fyri okkum, at umhvørvið her, har fleiri handlar eru saman og har torgið uttanfyri kann brúkast til okkurt spennandi, kann fáa alstóran týdning fyri handilin og gerast eitt livandi umhvørvi, sigur Jóhanna.

Hósdagin kl. 14.00 lata handlarnir í miðbýartorginum dyrnar upp.