icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjargaði manni og konu hansara úr vanda fyri at drukna  við baðistrond

Oliver Joensen

22 ára gamli klaksvíkingurin Hans Berg Hansen var í august í ár í Alicante í Spanien, har pápi hansara, Meinhard Hansen, hevur eina íbúð og býr í La Marina. Hans Berg og unnusta hansara Sólrun Larsen hildu summarfrí í íbúðini.

Fyri mongum árum síðani fóru foreldur míni hvør til sítt. Eg búgvi hjá mammu míni í Klaksvík, har hon er gift øðrum manni, men eg vitjið hjá pápa mínum í Spaniu, so oftað tað ber til. Eg havi hildið jól har og havi eisini verið har onkra heystfrí. Men tað er mest um summarið at eg vitjið í La Marina. Pápi er ikki altíð heima tá eg eri har, tí hann siglir úti og er nógv í USA. 

 

Út í at svimja

Í Spanien er sera heitt um summarið. Ofta 30-35 hitastig. Eg og unnusta mín fóru á summarfrí í august mánaða til La Marina í Alicante í íbúðina hjá pápa. Hetta summarið var onki undantak, tað var ógvuliga heitt tá vit vóru har. 

Vit vóru vanliga á strondini , og hendan dagin tú spurdi meg um, var støðan tann sama. Ógvuliga heitt. Sólrun dámar væl sólina, ímeðan eg tími ikki so væl at sóla mær, so eg var farin útí at svimja í havinum fyri at fáa eitt sindur av venjing og fyri at køla meg av. 

Á baðistrondini er eitt torn, har lívbjargarar vanliga sita og hyggja eftir svimjarum. Tað kann nevniliga verða nógvur streymur har við hvørt. Til at ávara um streym, verður eitt flagg hongt upp á torninum. Grønt fyri at ongin streymur er, gult um tað rekur eitt sindur og so reytt tá tú skal vera ógvuliga varðin. – Tó sjálvt um flaggið er reytt, sum er uppi, so svimja fólk alíkavæl. 

Hendan dagin er streymurin harður og reyða flaggið er uppi. Eg hugni mær við at svimja í meðan væl av aldu er í sjónum og nógv suð frá streymi og aldu. Men tað er ongin trupulleiki hjá mær, sjálvt um eg ikki eri nakar elitusvimjari.

 

Ikki alt sum tað skal

Tá eg hevði svomið ein hálvan tíma ella so, avgjørdi eg at fara inn aftur. Tá føldi eg, at streymurin tók í meg. Hvørja ferð aldan kemur, gongur inn eftir, men í aldudalinum tekur undirstreymurin í meg og eg reki út aftur, so eg mátti leggja meira kreftir í svimjingina. Streymurin var ógvusligur hendan dagin. Í meðan eg svimji komið eg framvið einum manni, ið sær mær eitt sindur løgin út. Hann lá í veruleikanum bara á rygginum, líkasum skvamblaði bara og royndi at halda høvdinum omaná , ímeðan aldurnar skolaðu yvir hann. Eg helt at hetta sá so løgið út at eg avgjørdi at svimja rundan um hann nakrar ferðir, fyri at vita um nakað var áfatt.

So hoyri eg at hann rópar navni Elena tríggjar ferðir, hon var eisini úti í sjónum. Eisini rópar hann eitt orð tríggjar ferðir, sum eg ikki skilji og tí svimji eg yvir til hansara og spyrji á enskum, um hann hevur hjálp fyri neyðini. Men hann skilir eyðvitað ikki hvat eg sigið. So rætti eg hondina yvir ímóti honum og hann kemur beinanvegin eftir hondini. Tá skiljið eg, at maðurin er illa fyri. 

 

Góð ráð dýr

Eg gjørdi ikki vandari enn at eg tók um hann, og royndi at koma inn við honum. Men tað var ikki bara sum at siga tað. Hvørja ferð vit komu nakað inn við einum aldubroti, vóru vit tiknir út aftur av undirstreyminum áðrenn næsta aldan kom.

Nú vóru góð ráð dýr hjá mær. Eg eri ov bráður av náttúru, so eg valdi ikki at leypa fram av, men at hugsa meg um eina løtu, hvat eg skuldi finna upp á. Eg var vísur í, at slepti eg honum og bjargaði mær sjálvum til lands, so kom hann ikki aftur í aftur. Í hesi álvarsomu støðu míni haldi eg, at tað hevur hjálp mær at eg havi verið á trygdarskeiði í Klaksvík, panikkur kom als ikki í meg. 

 

Púrasta fyri ongum

Vit báðir gryntu ikki har vit lógu og svamblaðu. Men eg avgjørdi so av at royna at senda mannin inn við aldunum, síðani halda í móti so undirstreymurin ikki tók okkum út aftur ímillum brotin. Sum hugsað so gjørt. Hetta vísti seg at rigga og vit komu javnt og samt nærri strondini.

Komnir somikið langt inn, at vit gryntu, tók eg um hann og stiðjaði hann inn eftir. Hann var tá púrasta fyri ongum, segði onki, men hekk faktist bara í ørmunum á mær. Longur inni byrjaði hann at seta føturnar undir seg.

Endiliga kundi hann ganga sjálvur. Tá vendi eg mær við og síggi, at nú er kona hansara komin út, har vit báðir júst hava verið. Eg latið so mannin fara, tí eg síggi at hann nú so dánt klárar seg sjávan. Svimji út til hennara, taki um hana og byrjið at svimja inn við henni. Tað var ein nógv lættari uppgáva, tí hon var nógv lættari í mun til mannin. Hon svam ikki sjálv, so eg máti svimja við henni allan vegin. Seinni segði hon mær, at hon dugdi als ikki at svimja, men royndi at fara út eftir manninum av kærleika og av tí at hon visti at hann hevði eitt veikt hjartað og helt at tað var trupulleiki við hjartanum, sum gjørdi at hann rópti eftir sær. Harða streymin visti hon onki um.

 

“Danke” var einasta orðið

Sum eg segði, so var hon eisini úti í meðan maðurin svam. Men hon dugdi ikki at svimja, tí vassaði hon bara. Men tá hon sá mannin í neyð, valdi hon at royna at hjálpa honum, men fór ov langt. Tað gekk so mikið væl hjá okkum báðum inn eftir, at eitt skiftið misti hon sólbrillurnar. Eg kavaði tá niður eftir brillunum. Eg fylgdi henni allan vegin inn, sjálvt tá hon væl grynnti, heilt yvir til mannin inni á strondini, tí hon virkaði sum hon var eitt sindur í ørviti og visti ikki hvønn veg hon skuldi ganga..

Tey bæði søgdu so onki sínámillum, sótu bert og hingu. “Danke” segði maðurin einaferð, tað var tað, annars ongin komunikatión ímillum okkum. 

Eg fari so yvir til Sólrun, ið situr nakað frá har tey týsku vóru. Hon hevur onki sæð av tilburðinum, men varnast tá eg komið leiðandi við konuni og heldur at eg havi lært hesa at svimja ella okkurt sovorið.

Hesi bæði blíva sitandi niðri við sjóvarmálan, bara hanga og tosa ikki saman. Tá sigur Sólrun við meg, at eg kanska átti at farið til teirra og givið teimum vatn at drekka. Tað gjødi eg so, men málsligu trupulleikarnir gjørdu, at lítið tos bleiv. Tey kulkaðu vatnið frá mær í seg og søgdu “Alles gut”. Tey spurdu eisini hvussu eg æt, tað segði eg so teimum. 

 

Tú hevur bjargað lívi

Eg fari so yvir aftur til Sólrun. Løgu seinni reisast tey og fara yvir har klæðini hjá teimum liggja og ganga niðan eftir. Tá varnast tey hvar vit sita, venda og koma bæði oman til okkara og heilsa eisini upp á Sólrun. Tað sæst á teimum, at tey eru ógvuliga rørd, síggi at tey hava tár í eygunum.

Tá tey eru farin, sigur Sólrun so við meg, tú hevur veruliga bjargað lívinum á teimum. Aftaná legði eg meg niður at sova og lá og hálvt droymdi hendingina umaftur.  Umleið tveir tímar seinni, kenni eg at onkur rópar Hans og koyrir undir meg. Eg haldi tað er Sólrun, men tað vísir seg at vera Elena aftur, sum týska konan eitur. Hon hevur eina vínfløsku við til okkara og so gevur hon mær ein pappírslepa, har hon hevur skrivað eitthvørt á. Hon snakkar og snakkar, men vit skilja næstan onki. Tí sigið eg við Sólrun, at vit mugu royna at koma í samband við tey seinni. Eg síggi at á lepanum hon hevur givið mær er bæði nøvn, adressur og telefonnummur.

Nakað seinni fara vit bæði so at rigga av at fara til hús. Tá sigur Sólrun við meg, at hon helt seg hava skilt, at tey bæði týsku skuldu heim aftur til Týsklands um nakrar tímar.

 

Fóru á gátt hjá teimum

Hetta kvøldið høvdu vit avgjørt at vit skuldu fara út at eta. Eg helt, at nú vit høvdu adressuna hjá teim týsku, og hetta var tætt við har vit búðu, so skuldi vit ganga framvið, á vegnum, at vita hvussu  gekst teimum og hvussu har sá út. Komin við adressuna, helt eg meg síggja mannin. 

Tað var beinanvegin tætt samband okkara millum. Elena kemur leypandi yvir til mín og klemmar meg og Sólrun. Maðurin tók eisini í hondina á okkum báðum og var orduliga takksamur.

 

Ein eingil úr Føroyum

Tey bjóðaðu okkum inn. Tey rokaðust við at rigga av tí tey skuldu heim til Týsklands. Eleina bleiv við at kalla meg fyri “barn sítt”, hon var so fyrndar blíð og visti ikki hvørjum beini hon skuldi standa á. – Her kunnu tit altíð koma, søgdu tey við ein munn, okkara hús eru nú tykkara hús. Aftaná gleðina og takksemið, bleiv prátið meira djúpt.

Konan tosaði um, at hon hevði hugsa nóg, eitt nú um, at var eg ikki komin har, so hevði hon kanska ikki kunna sæð son sín aftur. Hon nevndi, at har vóru nógv fólk á strondini tá tey vóru í neyð, men ongin kom til teirra, uttan ein “eingil” úr Føroyum. Tú komst og bjargaði okkum.

Vit vístu teimum Føroyar á kortinum. Hon tosaði um, at tað var ein eingil úr Klaksvík, sum kom at bjarga teimum og helt, at hesin eingilin hjá henni hevði havt ein langan veg at koma til sín júst tá hon og maðurin høvdu brúk fyri honum.

 

Samskifta nógv

Síðani hava vit havt nógv samband gjøgnum internetið. Í byrjanini skrivar hon, at hon enn ikki hevur sagt mammu síni og familjuni frá hendingini, tí hon er bangin fyri at tey fara at taka tað ov tungt, men at soninum hevur hon sagt søguna. Hon segði at næstu ferð hon fer til Spanien skal hon leggja lykilin til húsini hjá sær inn til grannan, soleiðis at eg og Sólrun, ella foreldrini hjá mær altíð kunna brúka húsini sum vit vilja.

 

Nýggjan føðingardag 29. august

Í einum øðrum posti sigur hon, at hon um tveir dagar fyllir 54 ár og at maðurin er 67 ár og pensioneraður. Men maðurin timir ikki at sita heima, so hann er til arbeiðis hvønn dag á Sjúkrahúsinum har vit bæði arbeiða, eg sum sjúkrasystir og hann sum kokkur. Tey Búgva ímillum Frankfurth am Main og Cologne í Týsklandi. Har hava tey eisini boðið okkum at vitja og tey lova at taka ímóti okkum á flogvøllinum tá vit koma. 

Hendingin fór fram í La Marina 29. august í ár. Elena sigur, at hereftir verður 29. august á hvørjum ári hildin, sum nýggi føðingardagurin hjá teimum báðum.

Harleywoodpaint