Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjargamansdalur, Skorin og Herjaskor

Oliver Joensen

Hagapartarnir Bjargamansdalur, har Hendrik Sørensen er bóndi og Skorin, har Karl Johansen er bóndi arbeiða saman eystanfyri, soleiðis at í ár var seyðurin í Skorini rikin niðan í Bjargamansdal og síðani var alt samlað, seyðurin úr Skorini og seyðurin úr Bjargamansdali rikin allan vegin heim í rættuna á Oyri.

Karl Johansen, bóndi í Skorini sigur, at samarbeiðið hevur rigga avbera væl og eisini gekst sera væl, nú teir fyri fyrstu ferð nakrantíð sum hann veit, róku seyðin allan vegin ú Bjargamansdali um Skúvadal og heim á Oyrar.

Ein partur av Skorini liggur ímillum Tangagjógv (gjógvin við Norðatanga) og Herjaskoragjógv. Tað er ovari parturin av hesum økinum. Niðara partin í Herjaskor hava mann vanliga ikki rikið saman við Skorini, tvørturímóti hevur hetta økið oftað verið brúkt sum fitilendi til veðrar og ær.

Samarbeiðið ímillum Karl og Hendrik fer eftir ætlan at føra við sær, at teir fara at bera so í bandi, at betri er gongt hjá seyði úr Herjaskorð og í Skorina. Karl og Hendrik eiga nevniliga Herjaskor saman. skorin eigur Herjaskor trý ár og Bjargamansdalur eigur Skorina fjórða árið.

Skorin ber 50 ásteyðir, Bjargamansdalur 30. roknað verður við, at tá nú gongt verður í Herjaskor, so fer at bera til at hava 10 áseyðir afturat har.

Í ár hevur skurðurin verið góður um 30 pund í miðal. Tó hava vit ikki skorið so nógv í ár, tí vit hava sett nógv við. 15 lomb eru sett við í ár, hetta kemst av at skipanin hevur verið í lægra lagið seinastu árini, sigur Karl Johansen, bóndi eysturi í Skor.