Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

BJARNI HAMMER: Sosialurin avgjørdi at melda málið til løgregluna, tí tey høvdu rent seg fastan

John William Joensen

Bjarni Hammer, sum Miðlahúsið meldaði til politiið, tók í morgun sæti aftur á Føroya Løgtingið. Ríkissákærin kom í síðstu viku til ta niðurstøðu at hann ger ikki meira við málið. Norðlýsið fekk orð á tingmannin fyrr í vikuni, og í kvøld hevur hann eisini sent okkum sína frágreiðing um málið

– Eg fór í farloyvi fyri ikki at órógva politiska arbeiðið, men eg fór eisini í farloyvi fyri at kunna hugsavna meg um at verja meg sjálvan og míni nærmastu ímóti hesum ófantaligu og ógvusligu ákærunum. Tí taki eg nú sæti aftur á tingi, sigur Bjarni Hammer.

 

Er skelkaður av framferðini í hesum máli.

– Eg eri fullkomiliga skelkaður av at síggja, hvussu umfatandi, skipað og óndsinnað herferðin ímóti mær hevur verið. Tey hava arbeitt við hesum í langa tíð, og einasta endamálið hevur verið at skaða meg, bæði mítt politiska og mítt borgarliga arbeiði og meg persónliga. Blaðstjórin í Miðlahúsinum hevur enntá sagt politinum, at Sosialurin og kvinnan høvdu felags interessu at fella meg, sigur Bjarni Hammer.

– Herferðin móti mær byrjaði tann 17. november í fjør. Júst tá leikaði hart á politiskt, um fiskivinnunýskipanina. Eg stríddist sum úlvur á skóg til at tryggja, at hvørki sjómaðurin ella fiskavirkisfólkið á landi skuldu vera fyri órætti og koma í vanda at missa síni størv. Arbeiðsfólk, serliga í útjaðaranum eru sárbar mótvegis ov stórum broytingum. Tað liggur tí stór ábyrgd á okkum politikarum at ansa eftir, at verkafólkið ikki verður fyri vanbýti, men verður tryggjað eina góða inntøku, leggur hann afturat.

Dyrka eina søgu sum ikki er verulig
Tað, sum skelkar javnaðartingmannin mest er, at blaðleiðslan í Miðlahúsinum ikki himprast við at bróta lógina fyri at fáa fatur á einari søgu, sum ikki er har.

– Eg havi ikki orð fyri, hvussu djúpt blaðleiðslan í Miðlahúsinum er sokkin. Tey vildu mær ilt og tey vildu hava politiið at hjálpa sær. Tí settu tey seg í samband við politiið longu tríggjar dagar eftir, at tey vóru byrjað uppá sítt ólógliga virksemi. Longu tá fekk blaðstjórin í Miðlahúsinum at vita frá politinum, at tað er ólógligt at eggja øðrum at bróta lógina. Politiið staðfesti eisini, at blaðstjórin sjálv kom at standa til svars fyri lógarbrotini. Svarið frá blaðstjóranum var, at hon ætlaði sær at halda fram við sínum ólógliga virksemi.

– Hóast Miðlahúsið eftir nógvar ólógligar royndir kom til ta niðurstøðu, at eingin søga var í hesum, valdi blaðið kortini at melda málið. Orsøkin var at Sosialurin hevði rent seg fastan.

– Tað, sum Miðlahúsið tó eftir øllum at døma gloymdi var, at eg fekk innlit í skjølini í málinum, og tey skjølini avdúkaðu samansvørjingina ímóti mær. Ein samansvørjing har Miðlahúsið var í miðdeplinum. Við ólógligum metodum, sigur Bjarni Hammer.

– Eg havi fullkomiliga mist álitið á Miðlahúsið og leiðsluni har. Serliga, tá hugsað verður um, at tey hóast beinleiðis ávaringar frá politinum, hava framt kriminalitet fyri at skaða meg. Og tá so er, má eg bara ganga út frá, at politiið tekur sær av hesum málinum, sigur Bjarni Hammer.

Bjarni Hammer hevur gjørt eina frágreiðing um málið, sum hann hevur sent til Norðlýsið í kvøld, og sum kann lesast HER.