Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bjarni og Kristin kanska ímóti uppboðssølu

Jóhann Lützen

Nú málið um at avtaka uppboðssølurnar í fiskivinnuni er fyri í Løgtinginum í dag, vórðu teir báðir Bjarni Hammer og Kristin Michelsen ikki á tingfundinum. Teskað verður í krókunum um, at teir møguliga eru samdir við andstøðuni í hesum málinum.

Í desember tóku Bjarni Hammer og Kristin Michelsen undir við fiskivinnunýskipanini, tí teir vóru tá báðir partar av samgonguni og atkvøddu saman við henni. Síðani tá er mangt broytt, og Kristin Michelsen er ikki longur partur av samgonguni. Bjarni Hammer er, men málið sum sendi hann í farloyvi hevði tilknýti til fiskivinnunýskipanina, segði hansara advokatur, og nú hann er leysur av tí, er ikki víst, at hann longur er fyri nýskipanini.

Tað liggur tí kanska eitt signal í, at teir fóru av fundinum. Ongin atkvøðugreiðsla er, tí talan var um 1. viðgerð, so vit mugu bíða til 2. viðgerð eftir páskir fyri at síggja, hvar teir báðir suðuroyartingmenninir standa.