Hagtølini søgdu tað undan FM-finaluni og tey blivu enn meira staðfest í FM-finaluni. KÍ hevur í ár stórdystar leikararnar.
Taka vit innanhýsis topp 5 dystirnar, so var Jóannes Bjartalíð greiður toppskjútti við 9 málum í teimum 12 dystunum. Og Páll A. Klettskarð skoraði triðflest mál í topp 5 dystunum í ár hóast hann bara spældi 346 minuttir móti topp 5, so skoraði hann 5 mál. Tað merkir 69 minuttir pr. mál fyri hvørt mál móti topp 5 liðum.
Toppskjúttaralistin í topp 5 innanhýsis dystum:
Jóannes Bjartalíð (KÍ) 9 (brotsspark: 1)
Adrian R. Justinussen (HB) 6 (brotsspark: 2)
Páll A. Klettskarð (KÍ) 5
Benjamin Heinesen (B36) 4
Klæmint A. Olsen (NSÍ) 3
Patrik Johannesen (KÍ) 3
Sølvi Vatnhamar (Víkingur) 3
Stefan Radosavljevic (TB/B36) 3
Arnbjørn T. Hansen (EB/Streymur) 3
Bjarki Nielsen (AB) 3
Dan í Soylu (HB) 3
Jann Martin Mortensen (NSÍ) 3 (brotsspark: 1)
Andreas Lava Olsen (Víkingur) 3




