Ætlanin er at stovna eitt áhugafelag fyri lærarar í móðurmálinum á øllum stigum úr barnagarði til fróðskaparsetur.
Felagið skal gagna frálæruni í føroyskum á øllum stigum úr barnagarði til fróðskaparsetur. Hugsanin er, at felagið skal elva til samstarv millum lærarar í føroyskum, skal skipa fyri fakligum og námsfrøðiligum kjaki og tiltøkum og harumframt at hava samstarv við móðurmálslærarafeløg í hinum Norðurlondunum.
Á fundinum fer Oddfríður Marni Rasmussen at siga frá nýggju skaldsøguni Ikki fyrr enn tá.
Fundurin verður á Miðnámi á Kambsdali mikukvøldið 30. oktober kl. 19.
Á skránni verður harumframt val av viðtøkum fyri felagið og val av nevnd.
Stigtakararnir
Katrin Næs
Henrietta A. Jacobsen
Jastrid á Dalbø
Óluva Klettskarð



