Fyri at verða púra erlig so vóni eg at vit hava góða undirtøku fríggjadagin og tey sum hava tørv á at seta seg væl og virðiliga inn í tær broytingar sum eru gjørdar, tey fáa góða tíð at gera tað nú, tí 2. viðgerð verður ikki fyrrenn fríggjadagin, sigur Bjørt Samuelsen forkvinna í vinnunevndini
Kringvarpið fekk samrøðu við forkvinnuna í vinnunevndini Vit hava slakað, tí at tá tú kemur í eina støðu at tú ikki kann telja upp í 17, so hevur man onki annað alternativ enn at flyta tingini, sum man vónar kann
Forkvinnan í vinnunevndini skilir at summi samgongufólk eru vónbrotin, summi glað og summi kedd. Hvussu kann man finna eina loysn sum øll halda verða góða og tað hava vit funnið útav at tað ber slett ikki til. Tí hava vit saman við floksformunnunum funnið nakrar loysnir sum vit vóna at undirtøka verður fyri, sigur Bjørt Samuelsen.



