Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bjørt Samuelsen: Semjan nærkast

John William Joensen

Forkvinnan í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, sigur at arbeiði at finna semju um fiskivinnu nýskipanina er komið somikið áleiðis, at nevndin er byrjað at skrivað álit. “Semjan nærkast, men enn er hon ikki komin undir land”, sigur forkvinnan í morgun við Norðlýsið.

Sum Norðlýsið skilir er kaldi ísurin millum andstøðu og samgongu farin at tina eftir at Bjørt Samuelsen hevur tikið á seg at finna semju í Vinnunevndini.

Hon gjørdi serliga vart við seg í miðlunum, tá hon kallaði ein spaka fyri ein spaka og tosaði beint ímóti Løgmanni og Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Aksel V. Jóhannesen og Høgni Hoydal søgdu annars beinleiðis fyri almenninginum í KVF, at nú var semja aftur í samgonguni um fiskivinnupolitikkin.

Forkvinnan í Vinnunevndini gjørdi greitt at eingin semja er í samgonguni í løtuni, og í morgun heldur hon fast um hesa útsøgnina.

– Tað er eingin semja, men partarnir hava flutt seg so mikið, at vit í Vinnunevndini eru farin undir arbeiði at skrivað álit. Men nær nevndin verður liðug við arbeiði veit eg einki um. Tað kann taka dagar.

– Men vit nærkast landi og eg havi sum sagt framvegis vón um at vit fara at megnað at finna semju.

 

Uppboðsølan farin at nærkast 15 %

Sum Norðlýsið skilir frá øðrum keldum, so er enn langt til, at Bjarni ella Kristin seta sína undirskrivt á semjuna. Tí um teir skulu við í semjuna skal uppboðssølan og økiskvoturnar minka munandi.  

Sum skilst á pørtum sum eru tætt at vinnunevndini, er skotið upp at millum 25% og 15% verða seld um uppboðsøluna, alt eftir hvat fiskaslag talan verður um, men sum skilst er hetta ikki nóg mikið fyri at finna semju í samgonguni.

Men tosið er nú farið at nærkast tí semjuni, sum Sambandsflokkurin bjóðaði samgonguni og tí er ikki óhugsandi at Sambandsflokkurin fer at taka undir við í eini møguligari semju, men so skal siglast fram við fleiri skerum komandi dagarnar.