Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bláa Skýlið væntar nógv fólk

Tíðindaskriv

(Panelfundur og dansur í KÍ høllini) Tað er ein ávísur spenningur nú Effodeildin 2013 byrjar. Ikki bara í fótbólts plássinum Klaksvík, men sum heild, siga fyrireikararnir.

(Panelfundur og dansur í KÍ høllini) Tað er ein ávísurspenningur nú Effodeildin 2013 byrjar. Ikki bara í fótbólts plássinum Klaksvík,men sum heild, siga fyrireikararnir.

 

Bláa Skýlið skipar leygarkvøldið fyri ókeypis panelfundi ogseinni dansi, har kostnaðurin er 150 kr. Landskappingin í fótbólti fer í gongdhendan dagin og í Klaksvík valdar spenningur um ársins kapping. Klaksvík erkanska meir enn nakað annað eitt fótbólts pláss, har tú næstan ikki kanstumganga at koma í prát um KÍ og fótbólt.

 

Kl. 21.00 byrjar panelfundurin, har KÍ liðskiparin HjalgrímElttør tosar um TB dystin og um kappingarárið og vónirnar sum heild. Eftir taðfara formenn fyri ítróttafeløg í Klaksvík at kjakast um umstøðurnar hjáítróttinum í Klaksvík saman við umboði frá meirilutanum í Klaksvíkar Býráð.Hans Andrias Jacobsen spælir síðani nakrar sangir í steðginum.

 

Í seinna panelinum verður tað Effodeildin, sum verður sett ábreddan. 4 serfrøðingar – Teitur Joensen, Tróndur Arge, Sigfríður Clementsen og Bill M. Jacobsen –  innan økið fara at kjakast og meta um Effodeildina í árog allar teir mest viðkomandi spurningarnar. Eitt upplagt høvi hjá fólki at fáaeina meira objektiva meting av deildini. Í høllini fæst sodavatn, kaffi ogannað gott frá Føroya Bjór til keyps. Tí skuldi tiltakið verið sera passandibæði hjá klaksvíkingum og eisini gestum í Klaksvík, ið kunnu støkka inníhøllina á vegnum til hús, nú tunnilsdagur er.

Hølini lata upp kl. 20.30.

Marnar & Árni 

Kl. 23.00 er so dansur við vælumtóktu Marnar & Árna, iðeru kendir fyri sín góða dansitónleik. Teir hava sagt í vikuni, at teir eru vælupplagdir og gleða seg at spæla í Klaksvík, har teir ikki hava spælt í nógv ár.Dansurin kostar 150 kr.

 

Sjálv KÍ høllin er eisini í betri standi enn leingi og bjóðargóðar og hugnaligar umstøður, siga fyrireikararnir frá Bláa Skýlinum, sum væntanógv fólk til tiltakið, ið arbeitt hevur verið við í fleiri mánaðir. 

Harleywoodpaint