Tann 8. oktober 1976 (tað vil siga fyri júst 40 árum síðani) kom Norðlýsið út við nýggjum blaðstjóra, og nú, 40 ár seinni, situr sami maður framvegis í hesum sessinum.
Tann 8. oktober 1976 (tað vil siga fyri júst 40 árum síðani) kom Norðlýsið út við nýggjum blaðstjóra, og nú, 40 ár seinni, situr sami maður framvegis í hesum sessinum.
Tað eru í dag liðin 40 ár síðani Oliver Joensen tók við sum blaðstjóri á Norðlýsinum. Blaðið var tá ikki komið út í nakrar mánaðir og ein blaðstjórn við Oliveri á odda, tók stig til at geva blaðið út aftur. Í blaðstjórnini vóru: Oliver Joensen, Eigil Hentze, Símin Michael Poulsen, Óli Heinesen og Lasse Klein.
Í fyrstu oddagreinini hjá nýggju eigarunum stóð millum annað: “Vit í blaðstjórnini hava keypt navnið frá fyrrverandi eigaranum fyri kr. 25.000.”
Hetta var tó ikki fyrstu ferð at Oliver var við til at geva Norðlýsið út. Hann byrjaði í 1972 sum bókhaldari hjá Klaksvíkar Prentsmiðju, sum tá átti blaðið, og seinni tá prentsmiðjan fekk eina offset prentmaskinu bleiv hann setari.
Tann 27. september 1974 skrivar Óli Dahl í oddagrein, at hann hevur fleiri ferðir roynt at sloppið frá sum blaðstjóri, men blaðið er altíð dottið aftur á hann. Men nú er tað endiliga eydnast at finna tveir ungar menn at taka yvir.
“Menninir eru Eigil Hentze (við ábyrgd) og Oliver Joensen,” skrivar Óli Dahl. Tvey ár seinni bleiv Oliver blaðstjóri og í tí sessinum situr hann enn.
Í blaðnum sum kemur út mikudagin, fara vit at hava eina longri frásøgn um Oliver og longu yrkisleið hansara á blaðnum.




