Fríggjakvøldið 12.apríl verður tað tónleikabólkurin Blátt Gras úr Vágunum sum hevur konsert í Spaniastovu.
Blátt Gras er ein tónleikabólkur, sum hevur verið nógv at hoyrt í føroysku útvarpsrásunum við løgum sum “We are travelling”, “Sangur til sonin” og “Tokið”.
Í 2015 vann lagið “There is room at the table” FMA tónleikavirðisløn sum Ársins sangur innan fólka-, country- og blues tónleik.
Eyðkendi stílurin hjá bólkinum er ávirkaður at “bluegrass”, sum er tónleikur, íð upprunaliga kemur úr amerikansku suðurstatunum. Serliga er tað akkustiska ljóðmyndin og harmoni’irnar við fleiri røddum.
Teirra framførslur eru ofta lættar og merktar av spæligleði.
Bólkurin hevur givið tvær fløgur út. Fyrra kom út á heysti 2014 og kallast “Ávegis”. Hin seinna kom út á heysti 2018 og kallast “Framvegis”.
Teir, íð manna bólkin eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terji Johannesen, Jarnhold Nattestad og Richard Johansen. Teir skriva sjálvir øll løgini og allar tekstirnar.
Atg.m. kunnu keypast á www.atgongumerki.fo ella við at ringja 457151. Dyrnar lata upp kl 2030.




