Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blé: KÍ er eitt gott felag

Jákup Ósá

Onnur feløg vístu áhuga fyri Evrard Blé, váttar nýggi KÍ leikarin.

Onnur feløg vístu áhuga fyri EvrardBlé, váttar nýggi KÍ leikarin.

KÍ kunngjørdi í kvøld, at felagiðhevur gjørt sáttmála við miðvallarleikaran Evrard Blé. Bléspældi í ár við B68, sum flutti niður. Hann hevur áður spæltundir núverandi KÍ venjaranum, Mikkjal K. Thomassen, í B36 og tað hevði ávirkan á, atvalið fall á KÍ.

– Tað vóru onnur feløg, sum vístuáhuga. Men eg haldi, at KÍ er eitt gott felag. Og so hevur taðstóran týdning, at eg kenni venjaran. Tað var hann sum setti segí samband við meg og sum tók meg til B36 í fjør, sigur Evrard Blé ístuttari viðmerking við Norðlýsið. Hann vil eisini senda eina heilsu til B68, har hann hevur spælt.

– Eg komi at sakna B68, tí fólkini á Toftum eru so dugnalig. Og so er B68 formaðurin Niclas Davidsen ein av teimum bestu persónunum, sum eg havi arbeitt saman við yvirhøvur í Føroyum, sigur Blé.

Evrard Blé spældi 20 dystir við B68í ár. Hann skoraði 1 mál og legði upp til 3 mál.