Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bleytur poppur frá Husgaard og Gomez

Jóhann Lützen

Vilstur uttan teg er heiti á nýggjum lagi, sum Magni Husgaard og Dánial Gomez hava gjørt

Eitt nýtt lag eftir Magna Husgaard og Dánial Gomez er komið út. Talan er um einstakt lag, sum ikki er partur av eini størri útgávu, men kortini er hetta partur av einum konsepti, sum hevur verið til í eina tíð.

– Hetta er ein framleiðsla, sum er vorðin størri og størri, so hvørt sum tíðin hevur gingið, greiða teir báðir frá.

  • Orð: Magni Husgaard
  • Lag: Magni Husgaard og Dánial Gomez
  • Sangur: Dánial Gomez
  • Kór: Pætur við Keldu og Linda Andrews
  • Trummur: Tórður Dam Jacobsen
  • Slagverk: Mads Michelsen
  • Saxofon: Thomas Edinger
  • Onnur ljóðføri: Hans Poulsen

Hans Poulsen legði tónleikin til rættis saman við Magna og Dánial

Upptøkurnar vórðu gjørdar í IntroVers Studio, hjá Thomas Edinger og Mads Michelsen. Ljóðblandað í IntroVers Studio.

Hoyr lagið her.

Harleywoodpaint