Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blóð, ein gáva til lívið

Oliver Joensen

Fyrsti alheims blóð donor dagur nakrantíð verður hildin 14. juni 2004. Meginhátíðin verður hildin í Johannesburg í Suðurafrika.
Donorfelagið í Klaksvík er gamalt og í dag vælvirkandi. Tað eru bert fáir dagar síðani at WHO avgerðin um alheims donordag var kunngjørd og tí hava vit sjálvsagt enn onki hoyrt frá felagnum her, men neyvan fer dagurin framvið í Klaksvík uttan at nakað hendir.

Endamálið við degnum er at takka heimsind blóðdonorum fyri teirra óvurderuligu hjálp til tey mongu, ið hava og hava havt blóð fyri neyðini. Blóðgevarar hava bjarga børnum, ið hava havt blóð fyri neyðini og ikki minst hevði mong skurðviðgerin verið óloysilig um ikki blóðgevarar ella donorar høvdu verið tøkir.
Meginhátíðin verður sum sagt hildin í Johannesburg í Suðurafrika, saman við Nelson Mandela grunninum og Supurafrikanska blóðgevaratænastuni. Suðurafrika varð valt orsakað av at tað hevur eydnast donorliðnum har bert at latið blóð á sjálvbodnum støði við sera lítlum vanda fyri HIV smittu, sum er ein stórur trupulleiki annars í Afrika.