Nú Sosialurin hevur størri áhuga fyri uppstillingini hjá Tjóðveldinum enn somu viðurskiftum í øðrum flokkum, hevur tíðindakvinnan Dorit Hansen verið í so íðin í málsviðgerðini.
Í samrøðu í blaðnum ígjárkvøldið skrivar hon eftir samrøðu við Páll á Reynatúgvu, at Eysturoyar Tjóðveldisfelag eftir áheitan frá floksleiðsluni hevur stilla Elis Poulsen á vallistan.
Hesi tíðindi eru blóðskeiv. Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur fyri fleiri mánaðum síðani avgreitt sína uppstilling. 8 nøvn vóru latin endaliga uppstillingarfundinum, og tey eru øll viður- og góðkend sum valevni floksins.
Hesi eru: Petur í Túni, Kristbjørg Toftegaard, Sonni Johansen, Kristina Berg, Olaf í Garði Joensen, Olga Biskopstø, Fríðfinnur Johnson og Tórbjørn Jacobsen.
Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur ikki stilla onnur enn hesi átta upp til løgtingsvalið 19. januar, vit hava heldur ikki fingið áheitanir um annað, hvørki frá øðrum feløgum, leiðslu ella veljarum, væl saktans tí at okkara kvota var fullsett samsvarandi uppstillingarviðtøkum floksins, ið vórðu samtyktar á seinra eykaflokstinginum í heyst.
Sum formaður í felagnum fari eg inniliga at heita á eysturoyingar og føroyingar annars, um at seta krossin fyri einum av omanfyrinevndu valevnum.
Virðingarmest
Jónsvein Bjartason, formaður, Eysturoyar Tjóðveldisfelag.




