Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Blokkurin verður fastfrystur

Jóhann Lützen

Norðlýsið skilir at ABC flokkarnir eru samdir um at fastfrysta ríkisveitingina komandi valsetuna

 

Beinir Johannesen er samráðingarleiðari og hann hevur sagt fyri Norðlýsinum at loysnir verða funnar á øllum málum. Støður verða mýktar, flokkar geva og taka, soleiðis er í politikki, sigur hann. 

Norðlýsið skilir at ABC flokkarnir eru samdir um at fastfrysta ríkisveitingina komandi valsetuna, tað er serliga Sambandflokkurin, ið hevur ynskt hetta. 

Ríkisveitingin er 541,8 mió krónur um árið. 

ABC flokkarnir hittast aftur í morgin til samráðingar um at skipað samgongu.