Bob Sumareh er í gongd við at spæla seg til ein favoritt hjá KÍ-áskoðarunum. Norðlýsið hitti hann eftir dystin.
Bob Sumareh skoraði tvey av málunum hjá KÍ í kvøld og var dagsins leikari. Hann fekk standandi lógvabrestir frá KÍ-áskoðarunum, tá hann bleiv skiftur út. Skjóti og tekniski álopsleikarin tykist vera sera vælumtóktur hjá KÍ-áskoðarafjøldini og hann feiraði eisini sítt annað mál frammanfyri mælsku KÍ-áskoðarunum aftanfyri NSÍ-málið.
– Eg elski áskoðararnar hjá KÍ. Teir gera, at eg stríðist enn meir. Teir hava nógva orku. Tær løtur har tú kanska hugsar, at seta ferðina niður, so blíva áskoðararnir við at heppa og syngja. Tað er fantastiskt at spæla fyri slíkum áskoðarum.
– Hetta var kanska mín besti dystur fyri KÍ, tí hetta var týdningarmikil dystur. Tað eru slíkir dystir, har tú sum álopsleikari mást skora fyri at vinna meistaraheitið. Tað eru hesir dystirnir sum avgera meistaraheitið, segði Bob Sumareh við Norðlýsið eftir dystin. Hann helt, at talan var um eitt liðavrik sum gjørdi, at KÍ vann.



