Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bókacafe á Klaksvíkar bókasavni

Jóhann Lützen

Týskvøldið 23. november kl. 19.30 verður bókacafe á Klaksvíkar bókasavni við Rakel Helmsdal um skaldsøgu hennara Kjarr.

Skaldsøgan Kjarr, fer nýggjar leiðir bæði  í innihaldi og formi. Hetta er ein fangandi og nemandi søga, sum lesarin upplivir bæði ígjøgnum ymisk tekst- og frásøgusnið og myndir. Frásøgurødd, dagbókatekstir, tankatekstir, listar, skitsur og myndir bera øll søguna hjá høvuðspersóninum, Lauru, fram.

Laura er 22 ára gomul og er úr Havn, hon finnur eina beinagrind, hon veit ikki hvør hetta er, men kennir seg noydda at finna út av tí einsamøll.

Harleyfacadeacryl