Mánakvøldið 21. februar kl. 19.30 verður bókacafe við Eyðuni Klakstein um krimisøguna List.
Á bókacafeini veður prát við rithøvundin og upplestur.
List er fyrsta skaldsøgan hjá Eyðuni Klakstein. Í bókini verður eitt Mikines-meistaraverkið stolið, og leiðarin av listasavninum Sára Emmudóttir kemur í satt ódnarveður, tí øll vilja vita, hvussu stuldurin kundi henda, og fleiri royna at gera sær dælt av støðuni – bæði í listaumhvørvinum og í politiska heiminum.
Jón Amos, sum eitt skifti hevði sítt egna listagallarí, fær illgruna um, at alt er ikki rætt vorðið. Hann verður drigin upp í málið og ger sínar egnu skakandi kanningar.



