Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bókaframløga í Løkshøll

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 8. juni kl. 20 verður forkunnug bókaframløga í Løkshøll. Talan er um drúgva brævaskiftið millum vinmenninar William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, ið Sprotin gevur út. Útgávan, sum nevnist Vinaliga, fevnir um stívliga 1200 síður í tveimum bindum í prýðiligum húsa. Eitt sjaldsama fínt íkast í føroyska mentasøgu. Allir tankar og kenslur, teir høvdu, alt tað, teir høvdu upplivað og ætlaðu sær. Alt hetta kemur nú út í bók, og tað fara Bergur Djurhuus Hansen og Jógvan Isaksen at práta um.

Torbjørn Jacobsen borgarstjóri fer at greiða frá ættarbondum hjá Jørgen-Frantz á Skálafjørðinum og fyrimyndum og íblástri til kendu skaldsøguna Barbaru, ið er fingið haðan.

MARIUS gevur okkum tónleikin.

Stórverkið verður selt fyri serligan framløguprís hetta kvøldið.